2025-08-23 10:15

Tað gongur væl við søluni til Vinnumessuna 2025, sum verður í høllini við Tjarnir 3. og 4. oktober.
Tvær vikur eru síðan, at messan varð kunngjørd, og longu nú eru meira enn 70 prosent av básunum umbidnir.
- Vit høvdu væntað góða undirtøku, men hetta gekk yvir allar forvantningar . Um gongdin heldur fram, verður messan helst útseld longu í næstu viku” sigur Adam Andreasen.
Vinnumessan samlar fyritøkur úr øllum vinnugreinum og gevur bæði gestum og luttakarum møguleika at netverka, finna nýggjar samstarvsfelagar og vísa fram nýggjar vørur og tænastur.
Vinnumessan 2025 verður hildin við Tjarnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald