Innanlands

Vinnumessan útseld

Heili 54 fyritøkur hava meldað seg til Vinnumessuna, sum verður við Tjarnir 3. og 4. oktober

Vinnumessan verður í stórhøllini við Tjarnir 3. og 4. oktober (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Vinnumessan verður í stórhøllini við Tjarnir 3. og 4. oktober (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-09-22 09:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

– Undirtøkan hevur verið yvir allar væntanir, sigur Adam Andreasen, fyriskipari.

Hann viðgongur, at hann var eitt sindur nervøsur tá ið hann fór í gongd við hesa verkætlanina, tí hendan messan er ikki sum hinar messurnar í Føroyum, sum fyri tað mesta eru B2B. Til hesa messuna kann púra vanligi borgarin koma ókeypis inn og fara avstað aftur við einari góðari uppliving og kanska einum serstakliga góðum tilboði. Allir básarnir koma nevniliga at hava nógv, góð messutilboð.

– Tað er ókeypis atgongd til øll vitjandi, og børn eru vælkomin við, tí har verður eitt stórt, ókeypis innandura spæliland, har onkur vinningur eisini verður at fáa. So hetta er ein dagur fyri alla familjuna, sigur Adam Andreasen at enda.

Vinnumessan verður 3. og 4. oktober frá kl. 10:00 til 20:00 í stórhøllini við Tjarnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder