Innanlands

Virðislønirnar verða handaðar í Vestmanna 18. oktober

Virðislønir landsins til lista- og mentafólk fevnir um tríggjar virðislønir. Sirið Stenberg fer at handa tær á hátíðarhaldinum á Miðnám

Hansina Iversen fekk Mentanarvirðisløn landsins í 2022. Hetta er virðislønin á hátíðarhaldinum (Mynd: Sverri Egholm)

Hansina Iversen fekk Mentanarvirðisløn landsins í 2022. Hetta er virðislønin á hátíðarhaldinum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-28 17:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikukvøldið 18. oktober fer Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, at handa virðislønir landsins til lista- og mentafólk fyri árið 2023.

Árliga hátíðarhaldið verður hesaferð í Vestmanna, upplýsir Almanna- og mentamálaráðið. Tað er Miðnám í Vestmanna, sum verður karmur um hátíðarhaldið mikukvøldið 18. oktober klokkan 19.00.

Tríggjar virðislønir verða handaðar:

Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.

Heiðursgáva landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin teimum, ið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Serstøk virðisløn, sum er 50.000 kr. Hon verður latin listafólki, mentafólki ella felagsskapi eftir landsstýrisfólksins egnu avgerð.

Harafturat verður ein sonevnd sømdargáva latin, sum er 20.000 krónur um árið. Hendan verður latin listafólki, ið hava útint listarligt avrik, sum kunnu metast hava týdning fyri samtíð og framtíð, skrivar ammr.fo.

Tiltakið er alment, og Kringvarp Føroya fer at senda beinleiðis.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder