Innanlands

Virginie Surdej filmar í Tangier

Mikudagin sýnir Filmsfelagið «Calle Málaga».

2026-10-07 21:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Spanska stjørnan, vit kenna frá Pedro Almodóvar, Carmen Maura (f.1945), hevur høvuðsleiklutin í summarheita filminum "Calle Málaga" úr Marokko, har hon er María Ángeles í Tangier.

Úr rúgvuni av virðislønum kann nevnast, at Carmen Maura vann virðisløn í Venezia í 1988 fyri høvuðsleiklutin í filminum, sum Filmsfelagið tað árið vísti í Leikhús Bio í Sjónleikarhúsinum undir heitinum "Kvinnur á áfalstrom" og í 2006 í Cannes í kollektiva kvinnuleiklutinum í "Volver", sum vit eisini hava sýnt.

Í "Calle Málaga" býr María í spanska býarpartinum í marrokanska ferðafólkaparadísinum Tangier. Dóttirin, Clara, (Marta Etura) hevur í eina tíð boðað frá, at hon kemur á vitjan. Tá hon langt um leingi kemur fram, er tað fyri at fáa mammuna at selja íbúðina. Clara er blivin støk og eftir hjúnarskilnaðin er hon komin í fíggjarligt óføri. Men María, sum er rótfest í umhvørvinum og er væl í øgn við allar grannar, ætlar ikki at flyta, kosta, hvat tað kosta vil.

Tað er fleirfalt virðislønti marokkanski leikstjórin, Maryam Touzani (f.1980), sum er fødd í Tangier, ið hevur gjørt henda filmin í samstarvi við Nabil Ayouch úr Casablanca. Teirra samstarv sást eisini í "Bláa kappanum" (2022), sum belgiska Virginie Surdej fotograferaði. Sama er galdandi í hesum filmi, ið fær bestu ummæli. Virginie Surdej er kend í Føroyum, tí hon er fastur fotografur hjá Sakaris Stórá.

Filmsfelagið 14/10 kl 20:00 Calle Málaga (Maryam Touzani, Marokko 2025 116 min)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder