placeholder
Innanlands

Virknishøll letur upp á Finsen í morgin

Verður tøk hjá borgarum í kommununi til alskyns rørslu og spæl

(Mynd: Gunvør Balle á Facebook)

(Mynd: Gunvør Balle á Facebook)

2020-07-01 15:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinnapartin í morgin verður móttøka fyri almenninginum í niðjaru fimleikarhøllini í fyrrverandi kommunuskúlanum í Havn. Staðið eitur nú Finsen, skúlastovurnar eru gjørdar til ungdómsíbúðir og gamla ’gentufimleikarhøllin’ verður nú kallað virknishøll, sum er ætlað almenninginum at brúka til alskyns rørslu og spæl.

Brotið er av veggunum til báðar síður fyri at loyva dagsljósinum inn, og virknishøllin er sett í stand. Gamla hallargólvið frá 1956 er pussað og lakerað og við stóru vindeygunum frá loft til gólv hevur er høllin vorðin nógv øðrvísi, enn tey, sum einaferð hava verið næmingar í kommunuskúlanum, minnast hana.

- Visjónin hjá kommununi við Virknishøllini er, at tað skal vera møguleiki fyri sjálvskipaðum virksemi hjá borgarum at nýta til alskyns rørslu og spæl, harav navnið virknishøllin. Harumframt verður høllin part av tíðini brúkt til dagstovnin í Kongagøtu og annað virksemi innan dagstovnaøkið, skrivar kommunan í tíðindaskrivi. 

Tað fer at bera til at bíleggja høllina gjøgnum skipanina á heimasíðuni www.itrott.fo. Fyri at tryggja, at so nógv sum gjørligt kunnu fáa gagn av hentleikanum, ber til at bíleggja upp til fimm vikur í senn. Ætlandi verður høllin tøk frá mikudegnum 8. juli. Kostnaðurin fyri at leiga høllina í ein tíma er 200 krónur.

Í komandi viku letur eisini ovara fimleikarhøllin upp. Hetta verður listahøll, har listafólk kunnu leiga básar.

Samlaða fíggjarætlanin fyri verkætlanirnar í báðum hallunum er 3,95 milliónir krónur. Høvuðsráðgevi hevur verið Ove Mortensen Arkitektavirkið og Spf. ÁTS hevur verið høvuðsarbeiðstakari.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder