Innanlands

Virknishøllini í Finsen latin upp

Móttøka var í gjár

2020-07-03 08:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinnapartin í gjár var móttøka í Virknishøllini í Finsen, nú høllin er liðugt umvæld og verður latin upp fyri almenninginum at nýta í frítíðini.

 
Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs, og Annika Olsen, borgarstjóri, bóru fram røður.
 
- Dreymurin er, at hetta er eitt stað við nógvum sjálvskipaðum virksemi. Finsen skal vera eitt stað, har fólk hugna sær saman. Ja, vit vóna, at hetta fer at vera ein tann mest brúka høllin í býnum, ið fer at fremja fólkaheilsuna og verður okkum øllum til gagns – bæði til likams og sálar, segði Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs.
 
Virknishøllin í Finsen er ætlað øllum, sum vilja leiga høllina í ein tíma til rørslu, spøl ella aðra íðkan.
 
- Umframt tað virksemið, sum er fyriskipað í feløgum, er stórur áhugi hjá fólki í øllum aldri fyri øðrum rørsluítrótti. Fyritøkur og stovnar hava starvsfólk, sum hittast at venja ella spæla bólt, grannar taka seg saman at gera útferðir, fólk fara á fjøllini, vit renna eftir vegum og gøtum um morgnarnar, um kvøldarnar og í fríløtum annars. Her er ikki talan um kappingar, sum vanligt er í ítróttafeløgum, men um ítriv og spæl, sum gevur spenning og óbindandi samband við onnur, og samstundis er gott fyri fólkaheilsuna og vælferðina, segði Annika Olsen, borgarstjóri, millum annað í røðu síni.
 
Til ber at bíleggja høllina á heimasíðuni itrott.fo. Til tess at tryggja, at so nógv sum gjørligt sleppa framat høllini, ber til at bíleggja 5 vikur fram í tíð. Ætlandi verður høllin tøk frá mikudegnum 8. juli 2020.
 
Kostnaðurin fyri at leiga høllina í ein tíma er 200 kr.
 
Nógv feløg hava verið við í arbeiðinum at gera hesa verkætlanina til veruleika.

Ráðgevar hava verið Ove Mortensen Arkitektavirki og Viggo A. Hansen, el-ráðgevi.

Sp/f ÁTS hevur verið høvuðsarbeiðstakari. Aðrir arbeiðstakarar hava verið Sp/f Tummas Eli Hansen (el), P/F Grant (vindeygu, rammur og motorar), Sp/f Málarin og Sp/f Tykkara Múrari.

Aðrir veitarar í verkætlanini hava verið: Sp/f Global Dry Ice og Sp/f Maria Poulsen (hvs).

Onnur smærri arbeiði hava hesar fyritøkurnar loyst: Sp/f Tjørná, máling. Køkurin er frá P/F Balslev og Sp/f Power Føroyar, og Sp/f Valaverk hevur sett køkin upp.

Kommunan hevur pussað og lakkerað gólv og riggað hølini til og fer at umsita hølini. Húsaumsitingin hevur havt verkætlanarleiðsluna um hendi.

Tórshavnar kommuna
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder