Innanlands

Vísindaliga ráðstevnan hjá Setrinum gav 30 milliónir krónur

Ein fyribils meting vísir, sambært Visit Faroe Islands, at umleið 30 milliónir krónur liggja eftir í útflutningsvirði

– Tá ið vit fáa altjóða ráðstevnur sum UArctic til Føroya, skapa vit virði á fleiri stigum samstundis, sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum (Savnsmynd)

– Tá ið vit fáa altjóða ráðstevnur sum UArctic til Føroya, skapa vit virði á fleiri stigum samstundis, sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum (Savnsmynd)

2026-06-27 12:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

UArctic Congress 2026, sum Fróðskaparsetur Føroya fyriskipaði og var vertur fyri síðst í mai hevði 1.400 luttakarar og er størsta ráðstevna, sum nakrantíð er hildin í Føroyum.

Ein fyribils meting vísir, at umleið 30 milliónir krónur liggja eftir í útflutningsvirði, og hevur ráðstevnan staðfest, at altjóða ráðstevnur eru ein týðandi partur av føroysku ferðavinnuni, skrivar Visit Faroe Islands m.a. í tíðindabrævi um Føroyar sum vinnuferðamál sambært heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum.

Haraftrat kunnu aðrar óbeinleiðis inntøkur væntast at koma í framtíðini av nýggjum altjóða vitanarsamstørvum og netverkum, sum ráðstevnan birti uppundir.

– Tá ið vit fáa altjóða ráðstevnur sum UArctic til Føroya, skapa vit virði á fleiri stigum samstundis. Vit styrkja okkara granskingar- og útbúgvingarsamstarv, men vit skapa eisini arbeiði og inntøkur hjá føroyskum fyritøkum og geva okkara mentan ein altjóða pall. Tað er ein íløga í bæði vitan, vinnu og samfelag, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder