Innanlands

Vísindavøka á ferð í Miðlatúni í kvøld

Tiltakið í Vági er tað seinasta av fimm tiltøkum á ferðini hjá Vísindavøkuni

Vísindavøka á ferð vitjar í Vági í kvøld (Savnsmynd: Bjartur Vest)

Vísindavøka á ferð vitjar í Vági í kvøld (Savnsmynd: Bjartur Vest)

2025-09-22 12:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar hevur Vísindavøkan verið á ferð kring landið. Vitjað hevur higartil verið í Runavík, Klaksvík, Sørvági og á Sandi og í kvøld endar ferðin í Vági.

Tiltakið, sum er alment og ókeypis, verður Miðlatúni í Vági í kvøld klokkan 19.

Á skránni eru tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, skrivar Granskingarráðið.

Skráin:

Hvussu kann uppsjóvarfiskiskapur gerast burðardyggari?
Mirjam Carlsdóttir Olsen, Sjókovin

Staðarveður
Hanus Kjølbro, Veðurstova Føroya

Rákið á Íslandsrygginum
Guðrið Eriksdóttir Johansen, Havstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder