2025-09-18 10:36

Í kvøld kl. 19 verða tríggjar vísindavøkuframløgur á Sands Bókasavni.
Sandra Ljósá Østerø frá Firum fer at umrøða BMI hjá rognkelsum
Gunnhild Helmsdal frá Heilsugranskingareindin fer at umrøða Long COVID – hvat er tað?
Sámal Matras Kristiansen frá Námi fer umrøða Burðardygd – meira enn bara umhvørvi
Vísindavøkan á ferð er afturvendandi tiltak, sum er partur av árligu Vísindavøkuni. Talan er um fimm tiltøk í tíðarskeiðinum frá 15. til 22. september.
Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum.
Tiltøkini eru øll almenn og ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald