Í hesum døgum er Vísindavøka á ferð á skránni kring landið, og í kvøld verður vitjað í Sørvági.
Tiltakið er á Sørvágs Bókasavni og byrjar klokkan 19. Á skránni verða tríggjar framløgur við granskarum, ið eru umleið 20 minuttir hvør.
Bogi Hansen frá Havstovuni fer at tosa um, hví páskamysingin er á páskum, Noomi O. Gregersen frá FarGen greiðir frá fyrstu árslitinum av FarGen verkætlanini, og Katrin Hoydal frá Umhvørvisstovuni tosar um dálkandi evni í grindahvali.
Hetta er fjórða av fimm tiltøkum á ferð í september. Fyrsta tiltakið var á Klaksvíkar Bókasavni, annað tiltakið á Bókasavninum við Løkin og triðja tiltakið á Sands Bókasavni. Seinasta tiltakið verður í Miðlatúni í Vági mikukvøldið, skrivar Granskingarráðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald