Innanlands

Vísindavøka við tjúgu framløgum verður fríggjadagin

Umframt framløgurnar í Kongshøll verður eisini ymiskt á skránni í tjøldunum uttanfyri og á svalanum. Frá klokkan 15.30 verður sonevndi miðlafagnaðurin

- Høvi verður at hitta granskarar og onnur starvsfólk, uppliva ymisk tiltøk og royndir á Svalanum og í teltum á p-økinumuttanfyri. Hesin parturin er serliga hugsaður til skúlanæmingar frá umleið 4. flokki og upp, men er viðkomandi hjá øllum

- Høvi verður at hitta granskarar og onnur starvsfólk, uppliva ymisk tiltøk og royndir á Svalanum og í teltum á p-økinumuttanfyri. Hesin parturin er serliga hugsaður til skúlanæmingar frá umleið 4. flokki og upp, men er viðkomandi hjá øllum

2023-09-20 13:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ársins Vísindavøka er á skránni í Sjóvinnhúsinum á Vestari Bryggju fríggjadagin tann 22. september. Sum vanligt verða framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt taka støði í gransking og nýskapan. Talan er um ein, har hetta skal fegnast, skrivar Granskingarráðið.

Í Kongshøll fara granskarar og onnur at leggja fram ymiska vitan og úrslit frá kanningum. Hesar framløgurnar verða stroymdar beinleiðis og at síggja í Kringvarpinum Ætlanin er at tað verður lagt fram á ein hátt, so at allir áhoyrarnir "kunnu vera við".

Tað er tó mest sannlíkgt, at børnini vera uttanfyri, har tað verða tjald við tiltøkum fyri børn og vaksin. Næmingar og lærarar á Glasi gera royndir í øðrum teltinum, meðan Havstovan sýnir fram ymsar fiskar o.a. í hinum teltinum. Á Svalanum kring matstovuna Silo verða eisini ymisk tiltøk til stór bøn og vaksin.

- Høvi verður at hitta granskarar og onnur starvsfólk, uppliva
ymisk tiltøk og royndir á Svalanum og í teltum á p-økinum
uttanfyri. Hesin parturin er serliga hugsaður til skúlanæmingar frá
umleið 4. flokki og upp, men er viðkomandi hjá øllum.

Heimasíðan gransking.fo upplýsir, at framløgurnar verða frá kl. 8.30 til kl. 15.30. Síðani verður miðlafagnaður við snarrøðukapping, tónleiki og handan av heiðursløn fyri bestu almennu miðling av gransking.

- Tað er ikki neyðugt við tilmelding til einstøku framløgurnar. Øll eru vælkomin og øll tiltøk eru ókeypis.

Sí alla skránna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder