Í kvøld, hósdagin 14. september, verður Vísindavøkan á ferð á Sandi. Tiltakið er á Sands bókasavni og byrjar kl. 19.
Vísindavøkan hjá Granskingarráðnum hevur nøkur sonevnd "ferðatiltøk" í september. Tað fyrsta var mánakvøldið á Klaksvíkar Bókasavni, og síðani týskvøldið á Bókasavnium við Løkin. Myndir frá tiltøkunum síggjast her
Mynd: gransking.fo
Tað triðja av fimm verður á Sandi á kvøld. Heimasíðan gransking.fo skrivar, at skráin fevnir verða tvær framløgur, sum eru umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá Fróðskaparsetrinum:
Katrin Eivindardóttir Danielsen fer at tosa um Ílegukanningar og títtleiki av arvaligum sjúkum í Føroyum.
Síðani fer Jákup Reinert Hansen fer at tosa um Tá allir prestar vóru føroyingar, og sandsprestur Eisenberg varð valdur til próst
Vísindavøka á ferð verður eisini í næstu viku, upplýsir Granskingarráðið. Á Sørvágs Bókasavni mánakvøldið 18. september klokkan 19, og í Miðlatúni í Vági mikukvøldið 20. september klokkan 19.
Full skrá fyri Vísindavøku á ferð sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald