
Um ein góðan mánað verður aftur Vísindavøka. hon verður í Sjóvinnuhúsinum í Havn fríggjadagin 26. september frá kl. 8.30 - 16.
Á skránni verða 20 framløgur í Kongshøll við granskarum á ymiskum granskingarstovnum. Eisini verða tiltøk av ymiskum slagi á Svalanum og uttanfyri.
Endamálið við Vísindavøku er at kunna um tað, sum fyriferst á granskingarøkinum í Føroyum og at kveikja áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Evropa.
Vísindavøkan 2025 er tann 18. í røðini, sum Granskingarráðið og granskingarstovnarnir skipa fyri.
Skráin fyri Vísindavøkuna sæst her.
Granskingarráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald