2018-06-21 22:51
Annað árið á rað, hevur Visit Faroe Islands vunnið eina leyvu í Cannes, eina bronsu leyvu í PR.
Í ár er tað fyri átakið Faroe Islands Translate, sum Visit Faroe Islands hevur gjørt saman við Atlantic Airways, lýsingafyritøkunum Sansir og Mensch, Kovboyfilm og Aksel V. Johannesen, løgmanni.
- At vinna so stóran heiður annað ár á rað er heilt óveruligt, men tað vísur at um tú hevur góð hugskot, arbeiði hart og hevur kundar sum trúgva uppá vill hugskot, so ber til at røkka hægstu tindum, sigur Tór Verland Johansen, stjóri á Sansum, í kvøld.
Virðislønirnar regna yvir føroysku ferðavinnuátøkini fyri tíðina. Fyrr í ár vann Sansir fýra ferðir gull til Danish Digital Awards.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald