Innanlands

Verður vístur av landinum fyri grovan harðskap í Skálafirði

Hetta staðfesti Eystari Landsrætur týsdagin. 32-ára gamli maðurin úr Filipsoyggjunum skal úr Føroyum, tá fongsulsrevsingin í Mjørkadali er av um tríggjar mánaðir

- Dómurin vísir, at um tú ert útlendingur, býrt í Føroyum og fremur grovan harðskap, so er vandi fyri at tú verður útvístur - sjálvt um tú hevur verið í Føroyum í yvir trý ár, staðfestir høvuðsákærin

- Dómurin vísir, at um tú ert útlendingur, býrt í Føroyum og fremur grovan harðskap, so er vandi fyri at tú verður útvístur - sjálvt um tú hevur verið í Føroyum í yvir trý ár, staðfestir høvuðsákærin

2025-08-20 10:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Dómurin vísir, at um tú ert útlendingur, býrt í Føroyum og fremur grovan harðskap, so er vandi fyri at tú verður útvístur - sjálvt um tú hevur verið í Føroyum í yvir trý ár.

Hetta sigur Katrin Thorsvig Hansen við Kringvarpið.

Høvuðsákærin er væl nøgd við dómin hjá Eystara landsrætti í gjár. Hann staðfesti, at nú 32-ára gamli maðurin, sum 21. november í fjør leyp á ein annan í Skálafirði, skal sita inni í eitt heilt ár fyri síðani at verða vístur av landinum.

Hoyr alla samrøðuna her

Dømdi maðurin er úr Filipsoyggjunum og hevur nú, meðan hann situr inni, verið í Føroyum í fýra ár.

Hann varð dømdur í Føroya Rætti fyri serliga grovan, ráan ella vandamiklan harðskap og fyri ólógliga inntreinging.

Dømdi persónurin hevur millum annað ein dolk við og fór eftir øllum at døma málrættað inn í eitt hús.

Morðroynd varð ikki á borðinum, men maðurin kærdi tó dómin til Eystara Landsrætt.

Eftir gjøgnumgongd í gjár, har tað sambært Frihedsbrevet í stóran mun kom tað sama fram í Føroya Rætti, var niðurstøðan tann sama: Maðurin skal sita í Mjørkadali í eitt ár - tað vil siga umleið tríggjar mánaðir afturat - áðrenn hann verður sendur av landinum aftur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder