“Hetta er visuell magi, eg eftir svikaliga minninum ikki havi sæð síðan Macbeth á Tjóðpallinum fyri skjótt tjúgu árum síðan.”
Soleiðis skrivar Birgir Kruse í ummæli av sjónleikinum “Ó – søgur um djevulskap”, sum um vikuskiftið varð frumframsýndur í Norðurlandahúsinum.
Um avrikið hjá sjónleikarunum skrivar hann:
“Leikaravrikið er sjáldsama kollektivt. Øll standa seg væl, sjálvt norðmaðurin Frederic Molund, er framúr, tá hann rópar sum skipari. Millum visuelt sterkastu senur, tí tað mesta verður filmað close up og blást upp á stórveggin í svørthvítum, er tá Gunná Zachariasen er Bænadikt og allir hinir menninir eisini, og setir seg at royta fugl, ivaleyst ein siping til Shakespeare og allar hansara fuglar. Sterk er eisini senan við Búa Dam, sum stendur fyri eini kanning av dripnu konuni, Duritu Dahl Andreasen, sum er Saloma og Lorenza og fleiri við, og lýsir í smálutum, hvussu skemmarin hevur oyðilagt undirlívið, Kristina Sørensen Ougaard sum Amtmaður, Bettan og fleiri, og so Hans Tórgarð, ið er prædikumaðurin Matthias, sum neyðtekur Salomu, men má fara enn longur við egnari hond, innan hann við berari reyv fer av senuni. Tað vildi eg havt eina mynd av.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald