
1. november búðu 54.159 fólk í Føroyum, ið eru góð 600 fleiri enn somu tíð í fjør.
Talan er um ein vøkstur á 1,1 prosent, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, har vøksturin var 1,5 prosent, skrivar Hagstovan.
Minkingin í fólkavøkstrinum kemur serliga av burðaravlopinum, sum hevur verið óvanliga lítið seinasta árið, og nettotilflytingin hevur eisini verið eitt sindur minni enn undanfarna tíðarskeið.
Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 124 fólk og eini nettoflyting á 483 fólk.
Sambært Hagstovuni vaks fólkatalið mest í Tórshavnar, Runavíkar og Sjóvar kommunu, meðan størsta minking var í Sumbiar og Skálavíkar kommunu.
Í bygdunum vaks fólkatalið mest í Havn, á Argjum, í Hoyvík og á Strondum, meðan tað minkaði mest í Søldarfirði, í Sørvági og í Skálavík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald