Innanlands

Vita ikki hvør eigur tjóvagóðs

Í sambandi við stuldurin í SMS í gjár, er løgreglan komin á dýra fiskiútgerð, sum tey ikki vita, hvør eigur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-09-15 07:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í sambandi við, at ein maður stjól elektroniskar lutir í SMS í gjár, er løgreglan komin á dýra fiskiútgerð, sum tey ikki vita, hvør eigur.

Hetta er tjóvagóðs, og vit hava ikki fingið frænir um, at nakar manglar tað, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

Talan er um tvey elektronisk spøl at seta á tráður, sum hava eitt virði á einar 4000 krónur hvør, umframt tríggjar uppblásiligir bjargingarvestar.

Maðurin, sum býr í húsunum, har tjóvagóðsið varð funnið, hevur játtað, at hann ikki eigur vørurnar.

Les eisini: Tjóvur avdúkaður av vakmyndatóli

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder