Innanlands

Vita ikki um so nógvan kava í áratíggju

Maskinurnar hava trupulleikar at koma ígjøgnum, og tí skal kavablásari til, sigur Árni Jacobsen frá Landsverki. Grivið verður til klokkan 21

(Mynd: Martin Kúrberg)

(Mynd: Martin Kúrberg)

2022-12-17 18:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

So nógvur kavi er komin niður seinasta samdøgrið, at tey hjá Landsverki ikki vita um so nógvan kava í áratíggju.

Tað segði Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, við útvarpið í kvøld.

- Fyri at nevna eitt dømi kom kavablásarin fyri løtu síðani til Elduvíkar. Har var ein manshædd allan vegin eftir elduvíkarvegnum, so tað er rættiliga drúgt at grava hjá maskinunum, sum næstan ikki klára tað. Kavablásari má til.

Árni Jacobsen sigur, at tað í løtuni ikki er koyrandi til Skarvanesar, Gásadals, Norðadals, Tjørnuvíkar, oman til bygdina í Funningi og til Gjáar.

Maskinurnar hjá Landsverki grava til klokan 21 í kvøld, og byrja aftur í morgin ári.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder