Í gjár fór Hennara Hátign Margretha drotning úr Føroyum eftir eina fimm-daga vitjan.
Eftir ætlan skuldi drotningin vitja Grønland vera karmur um drotningavitjan frá leygardegnum av, men nú er greitt, at hetta er fyribils av ongum. Tað hevur danska kongshúsið fyri løtu síðani boðað frá.
- Innanfyri seinastu vikuna hevur Grønland verið rakt av fleiri smittuútbrotum av COVID-19. Hetta hevur gjørt tað neyðugt at sett avmarkingar í lag í samband við ferðing og tað at savnast í bólkum. Formaðurin fyri Naalakkersuisut, tað grønlendska landstýrið, hevur hervið sent áheitan um, at almenna vitjanin hjá Hennara Hátign Drotningini í Grønlandi verður útsett.
Hendan áheitanin er gingin á møti, og sambært kongshúsinum skilur drotningin støðuna, men gleðir seg til at vitja í Grønlandi seinni.
Eftir ætlan skuldi 81-ára gamla drotninging vitja í tíðarskeiðnum 24.juli - 5. august. Grønland hevur í løtuni sítt hægsta koronusmittutal nakrantíð, og harvið hevur landsstýrisformanninum, Múte B. Egede, sett ymiskar avmarkingar í verk. Í Føroyum var mótstøða ímóti, at Margretha drotning skuldi koma, orsakað av at fleiri onnur stór almenn tiltøk eru avlýst hendan mánaðin, og tí smittutølini hava verið vaksandi. Tó umhugsaðu partarnir ongantíð at avlýsa vitjaninina.
Les eisini:
Drotningin óttaðist ongantíð korona á Føroyaferðini
Grønland: Bert koppsettir borgarar sleppa at brúka almennu samferðsluna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald