Seinnapartin í gjár undirskrivaðu Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyði Krossur Føroya og Maria Olsen, forkvinna í Eldraráðnum í Norðoyggjum undir samstarvsavtalu, sum merkir, at vitjanartænastan í Norðoyggjum verður skipað eftir somu kørmum, sum vitjunartænastan hjá Reyða Krossi, ið hevur fleiri ár á baki.
Við nýggju avtaluni verður arbeiðið hjá vitjunartænastuni í Norðoyggum lagt í eina trygga legu. Harumframt fáa nýggir vitjunarvinir í Norðoyggjum bjóðað ókeypis skeið í fyrstuhjálp, umframt onnur viðkomandi skeið, sum kunnu hjálpa og stuðla undir tí týdningarmikla arbeiðinum, sum vitjunarvinirnir gera ólønt,skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.
Maria Olsen bjóðaði vælkomin, og byrjaði við at heiðra vitjunarvinunum í Norðoyggjum, sum vóru møtt í Smæruni í sambandi við at avtalan skuldi undirskrivast.
Eyrith Guttesen Leyni, nevndarlimur í Reyði Korssur Føroya luttók eisini. Hon greiddi m.a. frá, hvørji krøv eru knýtt at uppgávuni, tá ein skal gerast vitjunarvinur. Hon vísti eisini á góða samstarvið, sum Reyði Krossur Føroya hevur við t.d. nú eldrabúðstovnar.
Poul Havn, sum hevur verið vitjunarvinur í fleiri ár, segði eisini frá sínum roydum sum vitjunarvinur, har hann m.a. hevði sum vana at lesa bæði nýggj og gomul tíðindabløð fyri sínum vitjunarvini. Poul vísti eisini á, at ein slík tænasta bæði gleðir tann sumarm vitjar og tann sum fær vitjan.
Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyði Krossur Føroya heilsaði eisini vitjunarvinunum í Norðoyggjum. Hann vísti m.a. á stóra tørvin á vitjunarvinum kring alt landið, men fegnaðist um ta arbeiðið, sum verður gjørt og segði, at eitt slíkt arbeiði bara gerst betri við árunum, tí viljin til at gera nakað gott økist avgjørt við einari slíkari skipan.
Til seinast greiddi demenstoymið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu frá, hvussu vitjunarvinir á besta hátt kunnu møta teimum eldru, tá ið tey fara á vitjan. Nógv av teimum eldru, sum vitjað verður hjá, hava fingið staðfest eina demenssjúku, og tá er tað alt avgerðandi, at vitjunarvinirnir eru nærverandi.
Í demenstoyminum starvast Burna Hentze, Ingrid Heinesen og Kristvør Svarvadal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald