Innanlands

Vitlíki setur nýggj krøv til undirvísingina og læraraleiklutin

Arbeiðið við keldukritikki og talgildum dannilsi verður ein av mest avgerandi uppgávunum hjá læraranum í framtíðini. Vitlíki ger tað ikki minni týdningarmikið, heldur tvørturímóti, halda Turið Teitsdóttir og Hilmar E. Gudmundssen, læraralesandi

- Lærarin verður í størri mun ein vegleiðari, sum hjálpir næmingum at skilja, meta og arbeiða kritiskt við upplýsingum. Samstundis skal lærarin sjálvur taka støðu til, hvussu og nær tøknin verður brúkt

- Lærarin verður í størri mun ein vegleiðari, sum hjálpir næmingum at skilja, meta og arbeiða kritiskt við upplýsingum. Samstundis skal lærarin sjálvur taka støðu til, hvussu og nær tøknin verður brúkt

2026-07-08 19:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skúlablaðið: Vitlíki er ikki einans eitt nýtt amboð í skúlanum, men tað broytir eisini leiklutin hjá læraranum, meta tey bæði.

Lærarin verður í størri mun ein vegleiðari, sum hjálpir næmingum at skilja, meta og arbeiða kritiskt við upplýsingum. Samstundis skal lærarin sjálvur taka støðu til, hvussu og nær tøknin verður brúkt, sigur Turið Teitsdóttir.

– Vitlíki er eitt amboð, sum kann gera nógv gott, men bara um vit brúka tað rætt. Tað krevur, at vit sum lærarar fara undir eina nøktandi talgildisbúgving og arbeiða við tí á ein skipaðan hátt, sigur Hilmar E. Gudmundssen.

Sambært teimum báðum læraralesandi verður arbeiðið við keldukritikki og talgildum dannilsi ein av mest avgerandi uppgávunum hjá læraranum í framtíðini. Vitlíki ger tað ikki minni týdningarmikið, heldur tvørturímóti.

– Keldukritikkur er als ikki nakað nýtt. Men tað fær ein heilt annan týdning nú, tí næmingar fáa svar beinanvegin, sum síggja sannførandi út, sigur Hilmar.

Turið vísir á, at næmingar ofta ikki eru greiðir yvir, nær tey í veruleikanum brúka vitlíki.

Tað skal helst vera so, at allir lærarar í Føroyum vita, hvussu tey skulu handfara spurningin um vitlíki. Næmingar kunnu valla leita eftir nøkrum á netinum í dag, uttan at vitlíki gevur teimum eitt svar. Næmingarnir hava ikki altíð førleika at skyna á, nær eitt svar kemur frá einari keldu ella einum kjattmenni, sigur Turið.

– Næmingar halda, at tey bara hava funnið eina keldu, men í veruleikanum hava tey fingið eitt svar, sum er sett saman av einum forriti. Tað broytir alla støðuna, leggur Hilmar aftrat.

Turið leggur dent á, at hetta setur nýggj krøv til bæði undirvísingina og læraraleiklutin.

– Vit mugu læra næmingar at spyrja: Hvør hevur gjørt hetta? Hví er hetta svarið komið? Og kann eg líta á tað? Tað eru spurningar, sum verða enn týdningarmiklari í framtíðini. Í grundini skulu vit læra næmingar at spyrja teir røttu spurningarnar, sigur hon.

Sambært teimum snýr talgildisbúgving seg tí ikki bara um at duga at brúka tøknina, men um at skilja hana og brúka hana á ein ábyrgdarfullan hátt. Tað er ein førleiki, sum ikki kemur av sær sjálvum, men má lærast og arbeiðast við gjøgnum alla skúlagongdina.

– Vitlíki er komið fyri at vera, og tí er tað ikki nokk at læra næmingar at hyggja burtur. Men fyrst mugu vit duga at handfara tøknina betur, eisini námsfrøðiliga. Tað ger arbeiðið hjá læraranum meira komplekst, men eisini meira týdningarmikið. Í einum heimi, har svar altíð eru tøk, snýr tað seg ikki longur bara um at finna rætt svar, men at skilja, hví tað er rætt, og nær tað kanska ikki er tað, sigur Hilmar.

Les alla samrøðuna, sum Beinir Bergsson hevur skrivað, í Skúlablað nr 3, 2026.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder