2018-09-19 19:08
Tórshavnar kommuna hevur í dag sett Vónbjørt Vang í starv sum býarbókavørður/leiðari á Býarbókasavninum. Vónbjørt Vang hevur røkt starvið sum virkandi býarbókavørður síðani 6. juni 2018 tá undanfarni leiðarin Arnbjørn Ó. Dalsgarð fór úr starvi.
Vónbjørt Vang er útbúgvin bókavørður og cand.mag í bókmentafrøði og samtíðarmentan frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, og hevur starvast á Býarbókasavninum síðan á sumri 2013, fyrst sum bókavørður og síðan á sumri 2014 sum 1. bókavørður og varaleiðari á Býarbókasavninum og eitt tíðarskeið í 2016 eisini sum virkandi býarbókavørður.
Vónbjørt Vang er 44 ár og býr í Gøtu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald