Rólant Haraldsen og familja hansara kenna seg vónsvikin av Almannaverkinum. Hesum greiddu tey frá í Degi & viku í gjárkvøldið.
Hann hevur verið seinheilaskaddur í níggju ár, og hesi árini hava verið ein bardagi við Almannaverkið.
Dóttir hansara skrivaði undir valstríðnum í heyst eitt hjartasuff á Facebook um tilboðið til pápan, og hetta fekk púra óvæntaðar fylgir. Eftir hetta misti Rólant allan stuðul, og tað vísti seg at Facebook-støðudagføringin gjørdu at stuðlar aftraðu seg við at koma til arbeiðis.
Hóast hetta er hent, sigur depilsstjórin í Almannaverkinum, at tað ikki ber til. Almannaverkið eigur at tola slíkt, sigur hann.
Síggj innslagið í Degi & viku her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald