Vørn hevur í dag heiðrað 11 av sínum starvsfólkum fyri drúgva og trúgva tænastu. Starvsaldurin er frá góð 25 ár til meira enn 43 ár hjá tí, sum hevur verið longst.
Tað at ein stovnur kann hava starvsfólk, sum hava verið leingi í starvi, hevur ómetaliga stóran týdning. Reglur og mannagongdir kunnu skrivast, men vitanin hjá starvsfólki, sum hava verið leingi á sama posti, er gull verd.
Vørn er ein samanrenning av Vaktar- og Bjargingartænastan frá 1976, MRCC Tórshavn frá 2002 og Tórshavn Radio, sum er elligamalt. Ábyrgdina fyri raksturinum fyri Tórshavn Radio hevur ligið hjá Store Nordiske, Post og Telegrafvæsenet, Tele Danmark og Føroya Tele. Í 2004 bleiv Tórshavn Radio lagt saman við MRCC Tórshavn.
Hettar er tí ein stovnur, sum til tíðir hevur peikifingurin á lofti, tá fiskifør ella einstaklingar ikki halda galdandi reglur á fiskivinnuøkinum, men stovnurin hevur eisini til uppgávu at hjálpa og at bjarga tá illa vil til.
- Gjøgnum hesi mongu ár er nógv gott at minnast afturá, men tíverri eru eisini nógvar hendingar, sum hava sett síni spor í minni hjá tí einstaka. Tað hava tíverri verið nógvar vannlukkur, har tit hava havt tykkara stóra leiklut í leiting og bjarging. Hettar er galdandi fyri allar partar í stovninum, sum so ella so verða ávirkaði, tá vannlukkur henda.
- Hetta hevur tó ikki fingið tykkum at velja hetta arbeiðið frá, men tvørturímóti hava tit víst á betringar, sum kunnu verða til stóra hjálp, tá á stendur, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Vørn.
Starvsfólkini, sum vórðu heiðrað eru:
Fyri tænastu yvir 25 ár: Jóhan Simonsen, Bárður Jensen, Jákup Jacobsen
Fyri tænastu yvir 30 ár: Julian M. Juul, Jarmund Berthelsen, Hilmar Johannesen
Fyri tænastu yvir 40 ár: Poul Jakki Vitalis, Keisten Poulsen, Jens Midjord, Ellintur Abrahamsen, Elmar Højgaard
Fleiri myndir frá hátíðarhaldinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald