2023-10-30 07:59
Løgreglan í Havn var um middagsleitið í gjár kallað út at taka sær av nøkrum fólkum, sum vóru farin, ella vóru um at fara til hendurs í onkrari ósemju, sum gekk fyri seg á gøtuni.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur seg ikki vita hvat ósemjan snúði seg um. Men politistarnir fingu sissað fólkini, so mikið, at tey fóru hvør til sítt í hvør sín rætning.
Annars hevur sunnudagurin og mánanáttin verið friðarlig hjá løgregluni. Í gjár varð boðað frá leysgangandi rossum á oyggjarvegnum. Hesum tóku rossafólk sær skjótt av. Í nátt hevur løgreglan eisini verið úti og klipt seks nummarplátur av bilum í norðurøkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald