Mentan

Voxbotn: Bjóða busskoyring millum Steinatún og stórhøllina við Tjarnir

Nú staðsetingin er flutt, verður skipað fyri regluligari busskoyring millum Steinatún og stórhøllina við Tjarnir í annaðkvøld

Fyri fyrstu ferð verður Voxbotn ikki í Vágsbotni í Havn (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Fyri fyrstu ferð verður Voxbotn ikki í Vágsbotni í Havn (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-06-27 20:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, leygardagin, verður stóra tónleikatiltakið Voxbotn í høvuðsstaðnum. Tiltakið, sum síðan 2012 hevur verið í Vágsbotni í Havn, er flutt inn í stórhøllina við Tjarnir orsakað av ringa veðrinum, sum boðað verður frá um vikuskiftið.

Les eisini: Voxbotn flutt niðan í stórhøllina við Tjarnir

Nú staðsetingin er broytt, verður skipað fyri busskoyring millum Steinatún og stórhøllina.

– Vit bjóða øllum við armbandi ókeypis busskoyring frá Steinatúni og til stórhøllina við Tjarnir, skriva fyriskiparar á Facebook.

Bussarnir koyra hvønn hálvan og heilan tíma.

Bussur byrjar at koyra frá stórhøllini klokkan 17 og síðani verður koyrt hvønn hálvan og heilan tíma til klokkan trý.

Bussur byrjar at koyra úr Steinatúni klokkan 14.30, og síðan verður koyrt hvønn hálvan og heilan tíma til klokkan 23.30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder