2018-11-01 16:14
VP, sum fyrr hevði navnið Vágaportalurin, hevur keypt helvtina av netmiðlinum Local.fo. Tað skrivar vp.fo seinnapartin.
Torleif Joensen og Jens Hákun Leo byrjaðu Local.fo fyri einum góðum ári síðani, og teir fegnast um at sleppa at arbeiða saman við VP.
- Vit fegnast um møguleikan at arbeiða saman við einum størri miðli, sigur Torleif Joensen við vp.fo.
Tað er Gunnar Skúvadal, sum í dag eigur VP. Hann keypti tíðindasíðuna frá Ólavi í Beiti, sum framvegis er knýttur at redaktiónini, fyri fimm árum síðani.
Í alt eru fýra fólk nú knýtt at redaktiónini á VP, sum heldur til á Grønlandsvegnum í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald