2020-07-21 12:45
Hann stendur framvegis á Akstovuni í Havn: Uppkolaður og ikki kannaður. Talan er um Peugeot 5008-bilin frá 2011, sum eldur kom í, meðan hann koyrdi í Árnafjarðartunlinum týskvøldið í síðstu viku.
Orsakað av summarferiu hava tey á Akstovuni ikki havt stundir at kannað vrakið enn, skrivar Kringvarpið. Tískil er orsøkin til ógvusliga eldin, ið elvdi til at Árnafjarðartunnilin var stongdur fyri ferðslu í fleiri tímar, ikki greið enn.
Tey seks fólkini ið vóru í bilinum sluppu øll út í øllum góðum, men kjakið um trygdina í gamla tunnlinum, og ónøgdin hjá borgarum Norður um Fjall, er ikki minkað orsakað av hendingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald