Í farnu viku varð boðað frá, at VTEC-bakterian varð staðfest á einum dagstovni í Miðvági, og nú er fráboðan eisini komin um, at eitt vaksið fólk í Suðuroynni er smittað við bakteriuni.
VTEC elvir til leyst lív, kvalma, spýggju og fepur. Í summum førum, kann hon eisini elva til nýrasjúku.
Kringvarpið skrivar, at landslæknin hevur fingið fráboðan um 12 børn, sum høvdu hesi sjúkueyðkenni, síðan VTEC varð staðfest í Miðvági.
VTEC-bakterian kann koma frá dálkaðum matvørum og skarni hjá bæði fólki og fæi. Bakterian fer síðani frá hondum og í munnin. Besta fyribyrgingin móti hesum er tí vanligt reinføri.
Les eisini: Soleiðis sleppur tú undan smittu við VTEC
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald