Enn eitt eigaraskifti er á veg í føroysku bilahandilsvinnuni.
Í morgun fingu starvsfólkini, sum arbeiða hjá Auto Service undir Krákugjógv í Havn at vita, at fyritøkan er seld, og at tað er Bilasølan Waag, sum skal yvirtaka.
Sum skilst er handilin treytaður av, at hann verður góðtikin av kappingarmyndugleikunum.
Tað er í dag ikki eydnast Portalinum at fáa viðmerkingar frá hvørki seljara ella keypara. Hvørki Pauli Waag, stjóri í Waag ella Sámal av Reyni stjóri í Reyni Service, ið eigur Auto Service, hava tikið telefonina fyrrapartin. Heldur ikki stjórin í Auto Service, Pól Jákup Poulsen, hevur tikið telefonina.
Waag er umboð fyri bilamerkini Hyundai, Renault, Dacia, Mercedes-Benz og Mitsubishi. Auto Service er umboð fyri Nissan, Peugeot, Citroën, Opel og Hongqi.
Kl. 11.49: Bilasølan Waag hevur júst váttað í stuttum boðum, at fyritøkan hevur keypt allan partapeningin í Auto Service, og at handilin er treytaður av, at Kappingareftirlitið góðkennir samanleggingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald