Mentan

Wes Anderson í Filmsfelagnum

Wes Anderson hevur í hesum nýggjasta filmi, “The Phoenician Scheme”, fingið eina at síggja til endaleysa røð av stjørnum at glampa og bleiktra, so sum Tom Hanks, Scarlett Johansson, Bill Murray, Bryan Cranston, Benedict Cumberbatch og Benicio Del Toro, ið hevur greiða og avgerandi høvuðsleiklutin

2025-05-30 09:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikudagin sýnir Filmsfelagið hin seinasta filmin fyri summarsteðgin. Tað er hin nýggjasti hjá fleirfalt virðislønta amerikanska leikstjóranum, Wes Anderson.

Filmurin varð frumsýndur í Cannes, har hann var við í høvuðskappingini undir heitinum “The Phoenician Scheme”.

Eins og undanfarnu filmar Andersons er hann ein sniðfundig søga, hesa ferð um njósnarar og um faðir og dóttir, sum í eini familjufyritøku ikki duga so væl at starva saman.

Filmaða søgan snarar um svik og at svíkja, og um torførar moralskar avgerðir.

Wes Anderson hevur í hesum nýggjasta filmi, “The Phoenician Scheme”, fingið eina at síggja til endaleysa røð av stjørnum at glampa og bleiktra, so sum Tom Hanks, Scarlett Johansson, Bill Murray, Bryan Cranston, Benedict Cumberbatch og Benicio Del Toro, ið hevur greiða og avgerandi høvuðsleiklutin.

Undan filmstevnuni í Cannes, søgdu ummælarar, at ”The Phoenician Scheme” er ársins filmiska biografhending við øllum teim stjørnum, hesin sermerkti leikstjóri nú rullar út fyri okkum á hvíta løriftinum.

Eftir summarsteðgin byrjar Filmsfelagið aftur mikudagin hin 27. august kl 20:00 við nýggja amerikanska Broadwayfilminum, ”The Great Lillian Hall”, eftir Michael Cristofer.

Filmsfelagið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder