- Vit hava ráðgeving og eru í samband við læknar, sum viðgerða koronasjúklingar, og hava ikki fingið nøkur boð um neiliga ávirkan á fólk, uttan tey vanligu hjáarini, ið summu fólk fáa av ibuprofen.
WHO mælir ikki fólkum, ið hava Covid-19, frá at nýta ibuprofen. Hetta ger heimsheilsustovnurin greitt á Twitter. Hetta er bygt á núverandi upplýsingar, ið eru tøkar.
Fyrr í vikuni hevur WHO annars víst á, at sambært gransking á økinum kann evnið ipren gera sjúkueyðkennini í samband við koronavirus verri, og tí skulu fólk ið hava tað ikki taka tað.
Apoteksverkið mælti eisini í gjár fólkum við sjúkueyðkennum frá at nýta ibuprofen sum pínuheiluvág
Les eisini: Mæla til panodil ella pinex heldur enn ibuprofen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald