- Eitt av tí mest umráðandi í strínum móti koronavirusinum nú er, at ikki steðga ella slaka tiltøkini sum eru sett í verk. Hetta fyri at forða fyri einari afturgongd í stríðnum, og so at smittutølini ikki fara at vaksa ov nógv aftur.
Hetta segði Christian Lindmeier, talsmaður hjá WHO á videofundi fyrr í dag. Hann samanbar støðuna við, um ein hevði verið sjúkur og fór út aftur at til dømis renna ov skjótt. So er vandin fyri at verða sjúkur aftur størri
Í gjár kunngjørdu Danmark og Eysturríki, at tiltøkini verða heldur slakari eftir páskir. Í Danmark lata mullum annað dagstovnar uppa aftur, og tey í yngstu flokkunum skulu aftur í skúla. Í Eysturríki lata ymiskir handlar upp aftur.
Les eisini: Stovnar fyri tey smærru lata upp aftur í Danmark - festivalar verða av ongum
Neil Ferguson er professari og er serlækni í farstóttum. Hann hevur verið við til at ráðgeva bretsku stjórnini í stríðnum ímóti Covid-19. Hann hevur sagt við BBC, at tiltøk og lógir kunnu strikast ella gerast linari, um lond kanna eina rúgvu av fólki. Ferguson sigur, at tað er umráðandi at fáa gjørt hetta í Bretlandi áðrenn endan av mai í seinasta lagi.
WHO vísti miðskeiðis í farna mánaði á, at tað mest týdningarmikla var at kanna nógv fleiri fólk fyri koronavirus.
Í morgin verður greitt, um Føroyar fara at linka tiltøkini eftir páskir.
Innanlands
WHO: Ikki slaka tiltøkini ov tíðliga
Heimsheilsustovnurin ávarar ímóti at lata samfelagið upp ov skjótt, eftir at Danmark og Eysturríki hava tikið avgerð um linka tiltøkini móti koronavirusinum eftir páskir
2020-04-07 20:54
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald