Uttanlands

WHO: Neyðugt við koppingarevni fyri at steðga koronasmittuni

Skal smittuspjaðingin steðgast fullkomiliga, er neyðugt við einum koppingarevni, sigur aðalstjórin hjá heimsheilsustovninum

Tedros Gebreyesus, aðalstjóri hjá heimsheilsustovninum WHO (Mynd: EPA)

Tedros Gebreyesus, aðalstjóri hjá heimsheilsustovninum WHO (Mynd: EPA)

2020-04-13 17:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vit skulu steðga spjaðingini av koronasmittuni fullkomiliga, er neyðugt við koppingarevni, sigur aðalstjórin hjá heimsheilsustovninum WHO, Tedros Ghebreyesus.

– Altjóða sambandið okkara millum merkir, at vandin fyri einari nýggjari bylgju av COVID-19 (sjúkan, sum mann fær av koronavirusinum, red.), altíð fer at vera har. Tá alt kemur til alt, er menningin og veitingin av einum tryggum og virknum koppingarevni neyðug fyri at steðga smittuspjaðingini fullkomiliga, sigur hann sambært Politiken.

Í skrivandi stund er talið á smittaðum í øllum heiminum næstan komið upp á 1,9 mió, og fleiri enn 117.000 eru deyð, vísir uppgerð hjá heimasíðuni worldometers.info.

Uml. 1,3 mió. fólk eru smittað í løtuni, og 96 prosent av teimum hava mild sjúkueyðkenni. 438.176 fólk eru higartil vorðin frísk aftur.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder