Uttanlands

William prinsur: Savnið tykkum heldur um at loysa trupulleikarnar á Jørðini

Bretski prinsurin finst at ríkmonnum, sum bjóða privatar ferðir út í rúmdina

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-10-14 17:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretski William prinsur finst at ríkmonnum, sum bjóða privatar rúmdarferðir.

Heldur burdu teir savnað seg um at loyst trupulleikarnar á Jørðini, heldur hann.

Hildið verður, at hann sipar til Jeff Bezos, ríkasti persónur í heiminum og stovnari av Amazon, og Elon Musk, stovnari av Tesla, og bretska vinnulívmanninum Richard Branson.

– Vit hava brúk fyri, at nakrar av gløggastu høvdunum savna seg um at royna at gera ábøtur á hesari gongustjørnuni, og ikki um at finna næsta staðið at búseta seg, sigur prinsurin sambært tíðindastovuni Reuters.

Les eisini: Star Trek-kapteinur vorðin elsti maður í rúmdini

Hendan útsøgnin kemur í kjalarvørrinum á viðmerkingum hjá Elon Musk um ferðir til Mars og um viðmerkingar hjá Jeff Bezos um, at rúmdarferðirnar eru ein liður í arbeiðnum at seta á stovn eina farleið út í rúmdina, so komandi ættarliðini kunnu hava eina framtíð.

– Vit fara at byggja eina farleið út í rúmdina, so okkara børn og teirra børn kunnu byggja eina framtíð. Tað noyðast vit at gera. Vit noyðast at gera hetta fyri at loysa trupulleikarnar her á Jørðini, segði Jeff Bezos m.a.

William prinsur er ikki einasti limurin í bretska kongshúsinum sum seinastu tíðina alment hevur sagt sína hugsan um veðurlagsbroytingar. Tá BBC tosaði við pápa hansara, Charles prins, herfyri, heitti hann á heimsleiðarar um at møta upp til ST-veðurlagstoppfundin, sum verður í Glasgow í november.

Les eisini: Charles prinsur: Hetta er síðsti møguleikin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder