Á vári 2018 varð fyritøkan Wired Relations sett á stovn. Ein av stovnarunum var Gilli Haraldsen, sum tá júst varð fluttur heim til Føroya. Gilli valdi at flyta fyritøkuna inn í Hugskotið fyri at gerast partur av einum føroyskum íverksetaranetverki.
- Tá ið eg flutti heim til Føroya í 2018, var tað upplagt at flyta fyritøkuna inn í Hugskotið. Eg hevði búð í Danmark í nógv ár og hevði tí tørv á einum føroyskum netverki og kensluni av at hava eitt arbeiðspláss í Føroyum, greiðir Gilli Haraldsen frá.
Verjir privatlívð hjá 50 milliónum
Nýggjar lóggávur um dátuvernd, m.a. ES-lóggávan um GDPR, hava sett stór krøv til fyritøkur kring allan heim. Endamálið hjá Wired Relations var at skapa besta amboðið til at hjálpa fyritøkum við at yvirhalda mongu reglurnar um dátuvernd. Wired Relations hevur tí ment eina KT-vøru, sum ger tað lættari hjá fyritøkum at fylgja hesum reglunum.
Wired Relations hevur longu hundraðtals kundar, m.a. JP/Politikens hus, BIG arkitektar, Red Barnet og Vivino, men eisini føroyskar fyritøkur sum Atlantic Airways, Posta og Lív. Við hesum nógvu kundunum er Wired Relations við til at verja privatlívið hjá yvir 50 milliónum fólkum.
Fyritøkan hevur í løtuni tíggju fólk í starvi og av teimum eru fýra føroyingar: Gilli Haraldsen, Teitur Djurhuus Poulsen, Joan Sørensen og Pál Vitalis Joensen.
Royndir íleggjarar komnir við fimm milliónum
Gilli starvast sum sølustjóri og er ein av teimum trimum stovnarunum av fyritøkuni. Hinir báðir stovnararnir eru danirnir Anders Linemann, stjóri, og Bobby Nielsen, tekniskur stjóri.
Harða arbeiðið seinastu tvey árini hevur givið stórt úrslit, nú ein bólkur av íleggjarum hevur gjørt eina íløgu á fimm milliónir í fyritøkuna. Oddamaðurin í íleggjarabólkinum er Erik Stannow, sum hevur havt stjórastarv í Apple í mong ár. Afturat honum eru Kenneth Nielsen og Claus Klein-Ipsen, sum m.a. hava havt stjórastørv í Apple, Amazon og Thomson Reuters.
- Hetta er ógvuliga stórt fyri okkum. Hendan íløgan tryggjar menningina av fyritøkuni tvey tey næstu árini. Tá ið hesi tvey árini eru liðin, fer fyritøkan at geva yvirskot. Málið hjá fyritøkuni er at tíggjufalda umsetningin hetta tíðarskeiðið, sigur Gilli Haraldsen.
Nógvir KT-íverksetarar arbeiða við at fáa skjótan kapital inn í fyritøkuna. Wired Relations valdu eina heilt aðra leið:
- Vit hava sjálvir fíggjað menningina av vøruni og lønina til tey fyrstu tíggju starvsfólkini. Vit hava hugsavnað okkum 100 prosent um góðskuna á vøruni og brúkaraupplivilsið hjá kundunum. Tí standa vit í dag við einari vøru, sum okkara kundar eru ógvuliga glaðir fyri. Sum liður í vørumenningini fingu vit stóra gleði av verkstovuni hjá Alexander Osterwalder, ið Hugskotið skipaði fyri í fjør. Tað var serliga amboðið Value Proposition Canvas, sum gjørdi mun fyri okkara menningararbeiði, tí vit hava sett so stórt fokus á at gera bestu vøruna á marknaðinum. Tað er nú heilt týðiligt, at stóra fokusið á at menna vøruna var rætta avgerðin, sigur Gilli Haraldsen.
Seta fleiri fólk í starv
Nú tá ið fyritøkan veksur og fleiri fólk verða sett í starv, er tørvurin hjá Wired Relations broyttur. Í løtuni eru tað tey bæði Gilli Haraldsen og Joan Sørensen, sum starvast í Føroyum.
- Mær dámar ógvuliga væl at vera í Hugskotinum, tí har eru óvanliga góðir karmar, eitt gott umhvørvi og so arbeiðir Hugskotið alla tíðina við at tillaga og optimera umhvørvið til tørvin hjá íverksetarunum. Eg sakni tó, at royndar íverksetarafyritøkur kunnu flyta inn í eitt sonevnt fasu 2-høli, tá ið fyritøkan byrjar at veksa. Hetta síggja vit í líknandi íverksetaraumhvørvum uttanlands. Tað besta hevði jú verið, um vitanin og royndirnar hjá fyritøkunum, sum verða uppbygdar í fasu 1, koma teimum nýggju íverksetarunum til góðar. Tá ið eg byrjaði í 2018, kundi eg hugsað mær, at har vóru fleiri royndir íverksetarar í umhvørvinum at sparra við. Endamálið við fasu 2-hølum uttanlands er at forða fyri, at vitanin hvørvur úr húsinum, tá ið fyritøkurnar fáa framgongd og byrja at veksa, greiðir Gilli frá.
Wired Relations eru í dag á marknaðinum í Danmark, Onglandi, Føroyum, og Íslandi, men fyritøkan hevur nógv størri ætlanir:
- Vit hava tvær stórar uppgávur fyri framman tey næstu tvey árini. Vit skulu hava fleiri kundar, og vit skulu inn á fleiri marknaðir. Og tað fara Erik Stannow og hinir íleggjararnir at hjálpa okkum við, sigur Gilli Haraldsen.
Í næstum verða fimm starvsfólk sett afturat. Fyritøkan hevur eitt ynski um at seta føroyingar í starv og leitar tí eisini í Føroyum eftir starvsfólkum. Gilli vísir á, at tað er umráðandi at geva aftur til samfelagið og vónar, at hetta kann vera við til at skapa fleiri vitanarstørv í Føroyum.
Eisini vónar hann at vera við til, at fleiri føroyingar í framtíðini fara at seta egnar fyritøkur á stovn. Hann sær tað sum teirra máta at geva aftur til samfelagið fyri ta hjálp, sum fyritøkan fekk í byrjanini.
(Tíðindaskriv frá Hugskotinum)
Les eisini á dimma.fo: Apple-toppfólk gera íløgu í føroysk-danska fyritøku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald