
Hægstarættardómararnir í serligu grein 6-nevndini, sum nú hava tikið avgerð um, at føroyskur WTO-limaskapur er sambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya, sóu burtur frá støðutakanini, sum donsku embætisfólkini í nevndini høvdu, men tóku undir við føroyingunum.
Tey bæði donsku embætisfólkini í grein 6 nevndini hildu komu tið tað niðurstøðuna, at slíkur limaskapur, “má metast at vera ósambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya”.
Henda grein 6-nevndin er ein serligur “dómstólur”, sum tekur støðu í ivaspurningum sambært føroysku heimastýrislógini. Hetta var fyrstu ferð, at grein 6 í heimastýrislógini varð tikin í brúk.
Donsku umboðini í nevndini vóru Vibeke Pasternak Jørgensen, stjóri í løgfrøðiligu tænastuni í danska uttanríkisráðnum og Anders Sparholt Jørgensen, stjóri í lógardeildini í danska løgmálaráðnum.
Føroysku umboðini vóru Bjørn Kunoy, professari, og sendimaður Føroya til Washington, og Sjúrður Rasmussen, løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, sum mettu tað øvugta.
Í skrivligu avgerðini verða sjónarmiðini hjá hesum embætisfólkum ikki viðgjørd og endurgivin nærri, eitt nú tí tað stendur í heimastýrislógini, at um umboðini fyri landsstýrið og ríkisstjórnina ikki eru samd, so eiga teir tríggir landsrættardómararnir avgerðina.
Landsrættardómararnir í nevndini vóru Jens Peter Christensen, formaður, Lars Hjortnæs og Jens Kruse Mikkelsen.
Sjálvstøðugt tollumveldi
Dómararnir eru eitt nú samdir í, at tað ikki er nakar ivi um, at Føroyar eru eitt sjálvstøðugt tollumveldi, sum jú er treytin fyri at kunna gerast limur í World Trade Organisation, WTO. WTO er nevniliga ein av heilt fáum altjóða felagsskapum, sum ikki hevur sum treyt, at limalondini skulu vera sjálvstøðug lond.
Sambært Aksel V. Johannesen eru treytirnar, sum nú eru settar fyri, at Føroyar gerast limir í WTO og øðrum altjóða felagsskapum, at Danmarkar ríki ikki ábyrgdast av teimum avgerðum, sum Føroyar taka í hesum felagsskapum og at Føroyar skal spyrja stjórnina eftir hvørja ferð søgt verður um limaskap í einum altjóða felagsskapi.
Í sambandi við føroyska ynskið um WTO-limaskap, er hetta seinna ikki nakar trupulleiki í verandi støðu, tí danska forsætisráðkvinnan hevur sagt, at um serliga grein 6-nevndin loyvir tí, so er ikki nakað til hindurs fyri, at Føroyar søkja um limaskap.
Vónir um Efta-limaskap
Formliga skal tó framvegis spyrjast um loyvi. Men WTO limaskapur er ikki nakað, sum Føroyar kunnu fáa yvir nátt. Løgmaður metir, at tilgongdin til ein slíkan limaskap kann taka upp til trý ár í hvussu so er.
Aksel V. Johannesen løgmaður vísir á, at avgerðin, sum hægstirættur nú hevur tikið er einans galdandi fyri WTO limaskap, og tí eru vit í dag ikki komin nærri limaskapi í øðrum felagsskapum.
Men løgmaður vísti kortini á, at møguliga kann WTO limaskapur gerast ein liður, ið kann føra okkum nærri limaskapi í evropeiska Efta-fríhandilsfelagsskapinum, sum tað er eitt stórt føroyskt ynski at sleppa við í, tí so gjørdust vit automatiskt partur í fríhandilsavtalum við eina røð av londum, og sluppu harvið undan drúgvum og truplum samráðingum við hvørt einstakt land.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald