Uttanlands

Soleiðis sær líkkistan hjá Haraldi kongi út

Sarkofagurin - ella líkkistan - er gjørd úr olivinsteini og er formaður sum ein bátur.

(Mynd: Ole Berg-Rusten/NTB/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Ole Berg-Rusten/NTB/Ritzau Scanpix)

2026-09-18 17:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sarkofagurin, ella líkkistan hjá Haraldi kongi er nú sett inn í privata gravhválvið hjá kongsfamiljuni á Akershus skotti í Oslo.

Í dag vóru myndirnar av líkkistuni í gravhválvinum undir Akershus slottskirju almannakunngjørdar.

Líkkistan er gjørd úr grønligum olivinsteini og er formað sum ein bátur við rundaðum botni – hetta skal ímynda rættatilknýtið hjá Haraldi kongi til havið, skrivar NRK.

“Skrokkurin verjur tað, sum er umborð, og ber tað trygt víðari. Motivið dregur eisini eina linju aftur í søguna móti tátíðar skipajarðarferðum, har skipið bar tann deyða ta seinastu ferina til eitt annað ríki”, skrivar kongshúsið í tíðindaskrivi.

Stóri áhugin fyri náttúruni hjá Sonju drotning er hevur eisini givið íblástur til kistuna. Sambært kongshúsinum, kemur steinurin frá Sunnmøre, ið er eitt øki, har Sonja hevur gingið nógv og kennir væl.

Kongshúsið vísir á, at olivinsteinur tekur upp og bindir koltvísúrni, og er harvið eitt súmbol upp á kærleikan til náttúruna hjá kongshjúnunum.

Tað er arkitektafyritøkan Snøhetta, sum hevur evnað sarkofagin.

Vitjandi á Akershus skansanum fáa frá 25. september møguleika fyri at uppliva kongaliga gravhúsið. Sjálvt rúmið, har líkkisturnar standa, er stongt við einum jarnbortri, men kisturnar kunnu síggjast gøgnum portrið.

Tríggjar líkkistur standa í rúminum. Nýggjasta stendur til vinstru. Í miðjuni stendur ein hvít líkkista úr nordlandsmarmor úr Fauske. Her liggja Haakon VII kongur og Maud drotning.

Til høgru stendur ein myrkagrøn kista, gjørd úr patineraðari bronsu. Her hvíla Olav V kongur og Märtha krúnprinsessa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder