Ungdómskórið Xperiment hevur verið í upptøkuhøli og tikið upp sangir til eina núggja útgávu. Upptøkurnar fóru fram undir koronatíðini, og nú er klárt at geva út.
Í hesum sambandi verður útgávukonsert í Hátúni á Tórshavnar Musikkskúla í kvøld klokkan 19.30.
Hetta verður samstundis eitt skilnaðarhald fyri kórleiðaranum gjøgnum øll árini, Sigrið Sivertsen, ið er givin sum kórleikari. Seinasta hálva árið hevur Ásbjørn Berthelsen tikið við, sum leiðari fyri stílskapandi ungdómskórinum.
Á konsertini í kvøld fer Sigrid at stjórna fyrsta sanginum, og síðan tekur nýggi kórleiðarin yvir. Kórið framførir allar 10 sangirnar, sum eru á nýggju útgávuni.
Upprunin til Xperiment var, at Sigrið Sivertsen fór undir útbúgving, har henni manglaði eitt kór, sum hon kundi nýta at experimentera við. Hetta kórið bleiv XPERIMENT. Síðan 2010 hevur kórið fingist við at lata gamlar sangir í nýggjan ham.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald