Uttanlands

Yahya Hassan deyður

Umstríddi danski yrkjarin og samfelagskritikkarin Yahya Hassan er deyður, 24 ára gamal

(Mynd: TV2 Østjylland)

(Mynd: TV2 Østjylland)

2020-04-30 14:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Danski yrkjarin og samfelagskritikkarin Yahya Hassan er funnin deyður í sínari íbúð. Tað váttar nærmasta familja fyri BT.

Yahya Hassan gjørdist 24 ára gamal.

Hann kom av álvara fram, tá hann í 2013 útgav eitt yrkingasavn við navninum “Yahya Hassan”. Síðani gjørdist hann kendur fyri sín kontroversiella atburð í samrøðum við miðlar.

Í 2015 stillaði hann upp til fólkatingsvalið fyri Nationalpartiet, men av tí at flokkurin ikki fekk nóg nógvar undirskriftir, mátti Yayha Hassan stilla upp sum leysgangari. Tá avtornaði fekk hann 944, sum var langt frá teimum 20.000 atkvøðunum, sum skulu til fyri at sleppa á ting.

Umstríddi yrkjarin kom eisini fleiri ferðir í stríð við politiið og tilflytarar, og í 2017 skeyt hann ein 17 ára gamlan drong í fótin.

Hendingin hevði við sær ein dóm upp á eitt ár og níggju mánaðar fongsulsrevsing.

Í november 2019 gav hann út yrkingasavnið “Yahya Hassan 2”.

BT skrivar, at løgreglan ikki vil vátta, at talan er um Yahya Hassan, men sigur, at tey hava funnið ein deyðan mann í Aarhus V, og at maðurin miðskeiðis í tjúgunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder