Innanlands

Yantarnyy liggur í Nólsoyarfirði

Russiski trolarin fór av Oyrareingjum í gjárkvøldið

Yantarnyy lá í juli við bryggju í Ánunum saman við skipunum Karelia og Cassiopea, sum eisini høvdu staðfest koronasmittu umborð (Mynd: Pól Sundskarð)

Yantarnyy lá í juli við bryggju í Ánunum saman við skipunum Karelia og Cassiopea, sum eisini høvdu staðfest koronasmittu umborð (Mynd: Pól Sundskarð)

2020-09-02 13:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski trolarin Yantarnyy liggur nú í Nólsoyarfirði.

Trolarin fór í gjárkvøldið av Oyrareingjum, har hann hevði ligið síðan 23. august.

Orsøkin er, at borgarar í Signabø hava kært sína neyð um larmin frá trolaranum, og fekk Yantarnyy tí boð um at flyta seg úr bygdum øki.

Dagin eftir, at Yantarnyy kom til Føroya, 24. august, varð staðfest, at 29 av teimum 77 sjómonnunum umborð høvdu fingið staðfest korona. Tveir teirra vóru so álvarsliga sjúkir, at teir endaðu á intensivu deild.

Faroe Agency, sum umboðar skipið í Føroyum sigur, sambært Kringvarpinum, at manningin hevur tað gott.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder