Mentan

Yndislig nýggj duett við Herborg og Halli

Herborg Torkilsdóttir hevur skrivað "At gloyma teg"

2021-10-08 11:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Herborg Torkilsdóttir hevur, saman við countrykonginum Hallur Joensen, givið út eina nýggja duett.

Lagið er føroyskt og kallast "At gloyma teg". Við hesum lagnum fer Herborg aftur inn á countryvegin, har kærleikssøgan sjáldan endar lukkuligt, og har tann grátandi steelguitarin eigur sítt pláss.

Lagið liggur nú á Spotify, og videolagið kemur út á Youtube seinni hendan máðnan.

Herborg hevur sjálv skrivað orðini við hjálp av Niclasi Johannesen, og Jákup Zachariassen, sum hevur framleitt og lagt til rættis, hevur eisini hjálpt til við lagnum.

Tónleikararnir eru hesir:
Trummur: Paul Leim
Bass: Òli Poulsen
Kassa-guitar: Filip Zachariassen og Jákup Zachariassen
Øll onnur ljóðføri: Jákup Zachariassen

Upptikið: JakZak Studio
Mix: Òli Poulsen
Mastering: Òli Poulsen

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder