Seinastu tvey árini hevur ein royndarskipan verið innan sálarfrøðiligari hjálp til tey millum 15 og 35 ár.
Tað byrjaði við ”Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum” og fór til hesa skipan við sálarfrøðiligari viðgerð til ung millum 15 og 35 ár, sum sambært eftirmeting hjá Heilsutrygd eigur at gerast til eitt varandi tilboð.
Hetta staðfestir felagið Føroyskir Sálarfrøðingar í skrivi í dag. Limir eru ørkymlaðir um, at einki frættist um hetta, tí royndarskipanin støðgar 31. oktober, og tí allar ábendingar vitna um skipan, ið virkar.
Heitt verður á Margit Stóra, landsstýriskvinnu, um at hyggja eftir tilmælinum. Felagið vísir á, at hetta er bygt á nógva fakligheit, fyrireiking og gott samstarv. Tí skal tað ikki broytast aftur. Um tað ger, so verður tað aftur meira útgreining og viðgerð enn fyribyrging hjá sálarfrøðingunum.
Les alt skrivi frá Føroyskir Sálarfrøðingar her
--------------------
Á altjóða Sálarheilsudegnum í 2018 blivu lunnar lagdir undir royndarskipanina fyri ókeypis sálarfrøðiliga hjálp til ung millum 15 og 35 ár við angist og/ella løttum til moderatum tunglyndi.
Tað var tá Sirið Stenberg, ið sat sum landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum í samgonguni millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn, sum bygdi á súluna ”Øllum borgarum skulu tryggjast javnrættindi. Hvør einstakur skal eiga møguleikan at smíða sær eitt eydnuríkt lív eftir egnum huga og evnum og at taka lut og ábyrgd í samfelagnum”.
Tó bleiv tað Kaj Leo Holm Johannesen, sum í 2021 kundi sjóseta flaggskipið umboðandi átak 5.1 í Heildarætlanini ”Ókeypis atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð”.
Nú skipanin er eftirmett má staðfestast, at talan er um eina vælvirkandi verkætlan við breiðum politiskum og fakligum grundarlagi, har hópin av fakfólki, áhugabólkum og politikkarum hava sett síni fingramerki á.
Greiða tilmælið frá Heilsutrygd er, at royndarskipanin eigur at gerast permanent tilboð. Hon eigur at verða konsoliderað heldur enn víðkað ella broytt. Eftirmetingin var liðug 15.6.2023 og nakrar djypri greiningar gjørdar 12.07.2023. Tríggjar mánaðir seinni er tó einki at frætta frá landsstýriskvinnuni í Heilsumálum Margit Stórá. Ilt er at gita hví, nú tey fakligu tilmælini eru so greið og úrslitið so gott.
Meðan vit bíða kunnu vit bert staðfesta at:
Royndarskipanin heldur uppat 31.10.23 og teir umleið 18 sálarfrøðingar, sum saman við kommunulæknunum og Heilsutrygd hava fingið skipanina at rigga, kunnu tá ikki annað enn yppa øksl, sleppa og tríva í har annar tørvur er á útgreining ella viðgerð.
Hetta ístaðin fyri at fyribyrgja sálarsjúku og fyribyrgja, at sjúkan versnar, sum annars vóru nakrir av arbeiðssetningunum. Í arbeiðsbólkinum og í stýrisbólkurin, vóru umboð fyri Landssjúkrahúsið, Gigni, Almannaverkið og Sernám, Sinnisbata, Kommunufelagið, Kommunulæknafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar, Heilsu- og Innlendismálaráðið, Almannaráðið og Mentamálaráðið. Hesi vórðu setti at gera tilmæli og tilboð um fyri skjótt mongum árum síðan.
Vónandi kunnu ung millum 15 og 35 ár síggja fram til framhaldandi at hava møguleika fyri ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð fyri angist og lættari til moderatum tunglyndi eins og Heilsutrygd mælir til.
Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar, september 2023
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald