![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Sambært fólkayvirlitinum búðu 1.381 fólk í Vágs kommunu 1. september. Hetta er tað hægsta fólkatalið, kommunan hevur havt í fleiri enn 10 ár.
Ikki síðani í mai 2009 hava enn 1.380 fólk búð í kommununi, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuna.
Eftir fíggjarkreppuna í heiminum í 2008, sum eisini rakti Føroyar, minkaði fólkatalið í Vágs kommunu nakað, men vaks síðani aftur í eitt tíðarskeið í 2010. Men í tíðarskeiðinum frá januar 2011 til út á heystið 2013 minkaði fólkatalið støðugt. Tá fólkatalið í kommununi var uppá tað lægsta, í september 2013, búðu 1.296 fólk í Vágs kommunu.
Seinastu árini er fólkatalið vaksið aftur. Og hóast eina minking í eitt tíðarskeið í 2018, so er fólkatalið í september 2020 komið upp á 1.381 fólk.
Sostatt er fólkatalið vaksið við 85 í tíðarskeiðinum 1. september 2013 – 1. september 2020 – ein vøkstur á 6,6 prosent. Í sama tíðarskeiði er fólkatalið í Føroyum vaksið við umleið 9,7 prosent. Fólkatalið í Suðuroynni sum heild stendur tó í stað, tí har búðu áleið líka nógv fólk í Suðuroynni í september 2013 sum nú.
– Vit gleðast um at fólkatalið er vaksið seinastu árini og fegnast eisini um, at nógv fólk eru flutt í kommununa seinastu mánaðirnar – harímillum eisini fleiri barnafamiljur, og bendir hetta á, at Vágs kommuna er eitt spennandi stað at flyta til og búgva í, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.
– Vit vita tó eisini, at august og september eisini er tíðarskeiðið, har nógv ung flyta, tá tey fara undir útbúgving, og er væntandi, at hetta eisini sæst aftur í fólkatalinum, sigur hann.
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald