Tað er ein mánaði síðani, at ferðandi úr fleiri londum sluppu til Føroyar, og at sóttarhaldið varð tikið burtur.
Tey flestu hildu, at tað bara fór at verða ein spurningur um tíð, áðrenn koronasmittan fór at koma aftur til landið og spjaða seg. Heilsumyndugleikar og serfrøðingar vóru heldur ikki í iva um, at Føroyar ikki fóru at halda sær heilt koronafríar.
Ein tilburður var staðfestur eftir kanning á flogvøllinum 4. juli, men skjótt varð greitt, at kanningin bara vísti, at viðkomandi hevði áður havt smittuna. Tríggjar dagar seinni varð persónurin staðfestur frískur, og Føroyar vórðu koronafríar.
Soleiðis var eisini frá 8. mai, og soleiðis er enn. Heilsumálaráðið hevur dagført tølini eftir kanningarúrslitini frá í gjár. 1.075 kanningar vórðu gjørdar, og allar vóru negativar. 26.163 kanningar av teimum 26.351, ið eru gjørdar í Føroyum hava verið negativar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald