
13,4 milliardir krónur vórðu útgoldnar í lønum í Føroyum seinastu 12 mánaðirnar – talan er um ein vøkstur á 6,8 prosent í mun til undanfarna 12 mánaðaskeið.
Vøksturin er størri hjá monnum, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði, vísa nýggjastu tølini frá Hagstovuni.
Býtt á vinnugrein er størsti vøkstur at síggja í botnfiskiveiðu við 157 milliónum krónum ella 50 prosentum.
Góðar 855 milliónir krónur, ella 6,8 prosent, fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar í tíðarskeiðinum frá september 2024 til august 2025 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar.
Trendurin vísir, at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini.
Botnfiskiveiðan vaksin við meira enn helvtini
Hagstovan skrivar, at størsta vøkstur í krónum átti bólkurin "Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða". Verður hendan vinnugreinin víðari útgreinað, sæst at vøksturin er serliga stórur í botnfiskiveiðu, har útgoldnu lønirnar vóru góðar 157 milliónir ella 50 prosent størri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið.
Almennu vinnugreinarnar "Heilsu- og Almannaverk" og "Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar" hava eisini havt stóran vøkstur við ávikavist við 134 og 121 milliónum krónum, ið svarar til ein vøkstur á yvir 7 prosent hvør.
Menn eiga størra partin av lønini og vøkstrinum
Seinastu árini hevur vøksturin hjá kvinnum verið javnari enn hjá monnum. Serliga var lønargongdin hjá monnum ávirkað av koronufarstóttini. Seinastu 12 mánaðirnar áttu kvinnur 39 prosent av samlaðu lønunum. Hetta er tað sama sum í undanfarna tíðarskeiði.
Av vøkstrinum á 855 milliónir krónur, áttu menn størra partin við meira enn 60 prosentum.
Størsta vøkstur í krónum áttu menn, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði. Teir áttu helmingin av vøkstrinum við sløkum 440 milliónum krónum, sum er ein vøkstur á 7,6 prosent. Kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, høvdu sama lutfalsliga vøkstur við 7,6 prosentum og 248 milliónum krónum.
Miðallønin hjá kvinnum 11.000 krónur lægri
Í august var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 34.352 krónur. Hetta eru 3,8 prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør. Í august fingu kvinnur 28.602 krónur í miðal, sum er 28 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 39.722 krónur.
Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin vaksin við 3,5 prosentum hjá monnum og 4,5 prosentum hjá kvinnum. Gev gætur, at tað ikki verður tikið hædd fyri arbeiðstíð, tá miðallønin verður roknað. Hon verður roknað við at býta samlaðu lønina við tal av persónum, sum fáa løn.
Búsitandi í Sandoyar øki hava havt størsta vøkstur við næstan 13,7 prosentum. Suðurstreymoyar øki hevði minsta vøkstur við 5,9 prosentum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald