Uttanlands

Yvir 1700 fólk hava nú latið lív

Í Kina eru nú fleiri enn 70.000 fólk smittað við coronavirusinum, og í Hubei-landspartinum hava fólk nú fingið forboð móti at fara útum, um talan ikki er um eina neyðstøðu

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-02-17 07:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár kravdi coronavirusið 100 mannalív afturat í Hubei-landspartinum í Kina, har virusið stavar frá. Sostatt er talið á deyðum í økinum nú komið upp á 1696, upplýsa lokalu heilsumyndugleikarnir.

Í øllum Kina er talan um 1770 fólk, sum hava latið lív orsakað av coronavirusinum.

Samlaða talið á smittaðum í Kina er nú komið uppum 70.000, skrivar TV2.

Í Hubei-landspartinum hava kinesisku myndugleikarnir nú ásett enn fleiri avmarkingar fyri at minka um smittuvandan.

60 mió. fólk í økinum hava fingið boð um bert at fara útúm, um talan er um eina neyðstøðu.

Eitt nú fær bert ein persónur úr hvørjum húsarhaldi loyvi at fara út triðja hvønn dag fyri at keypa mat og aðrar neyðsynjarvørur, meðan alt virksemi undantikið apotek, gistingarhús, matvøruhandlar og læknamiðstøðir verður fyribils niðurlagt. Eisni er øll privat koyring bannað.

Hubei-landsparturin og høvuðsbýurin Wuhan er tað økið, sum er harðast rakt av coronaútbrotinum, men smittan hevur nú eisini breitt seg til yvir 30 lond.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder