– Alt í alt eri eg øgiliga glaður, sigur Rúni Djurhuus, ein av fyriskiparunum av James Blunt-konsertini, sum var í Høllini á Hálsi í gjár.
Um 2.300-2.400 fólk høvdu keypt sær atgongumerki til konsertina hjá bretska sangaranum, og eru fyriskiparar sera væl nøgdir við undirtøkuna, sigur Rúni Djurhuus við Portalin.
– Eg vil takka fólk fyri, at tey hava verið so tolin, nú konsertin hevur verið útsett fleiri ferðir.
Upprunaliga skuldi James Blunt framføra á Hálsi 1. juni í fjør, men vegna koronu varð konsertin flutt eitt ár – til 26. mai, men hesum forðaði korona eisini fyri. Men í gjárkvøldið gjørdist konsertin endiliga veruleiki.
Áhoyrarar, sum Portalurin hevur tosað við, siga seg eisini vera væl nøgdir við konsertina í gjár, og sjálvur hevur Rúni Djurhuus eisini bert fingið jaligar afturmeldingar higartil.
- Eg havi bara fingið jaligar afturmeldingar, men eg havi heldur ikki tosað við so øgiliga nógv fólk. Tað var bara í høllini sjálvari, at eg hitti fólk, sum søgdu, at tað var gott, at mann kundi bæði sita og standa, so tað var eitt sindur blandað.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Tá fyrstu atgongumerkini vórðu sett til sølu í februar í fjør, vóru meira enn helvtin av teimum longu seld fyrsta samdøgrið, og eftir tvær vikur varð konsertin heilt útseld, men kortini vóru nógv, sum valdu at fáa pengarnar aftur, tá konsertin mátti útsetast fleiri ferðir, og tí varð møguligt at seta fleiri atgongumerki til sølu aftur.
Av tí at konsertin endaði við at blíva eitt leygarkvøld varð skipað fyri dansi aftaná, og tey, ið ynsktu tað, kundu eisini keypa atgongumerki bert til dansin, men tað vóru ikki nógv, sum gjørdu sær dælt av hesum møguleikan, sigur Rúni Djurhuus, og tá James Blunt var liðugur at spæla, minkaði mannamúgvan í høllini eisini eitt sindur, men undirtøkan var framvegis góð.
Í løtuni hevur Rúni Djurhuus ongar ætlanir um at skipa fyri fleiri stórum innandurakonsertum í nærmastu framtíð, men góða undirtøkan hevur heilt vist givið fyriskiparunum blóð uppá tonnina.
– Tað gevur absolutt einum blóð uppá tonnina, og ger, at mann tímur, og vit eru bara nøgdir, sigur Rúni Djurhuus at enda.
Sí eisini: Myndir: James Blunt á Hálsi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald