2020-07-17 16:28
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í gjár vórðu 711 koronakanningar gjørdar í Føroyum, og mánadagin vóru yvir 1.000. Eingin av teimum var positiv, og soleiðis hevur verið við so at siga øllum kanningunum síðani tíðliga í apríl.
Í morgin eru tvær vikur síðani, at ein positiv kanning var á flogvøllinum, men tað vísti seg skjótt, at talan var um "gamla smittu", og persónurin varð tríggjar dagar seinni staðfestur frískur.
188 av teimum 27.062 kanningunum hava verið positivar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald